þriðjudagur, júní 3

Muna klósettpappírinn!!!!
Eftir því sem ég þykist geta stautað mig fram úr færeyskunni, þá var samningafundi vegna verkfallsins slitið í morgun án nokkurar niðurstöðu :-(
það lítur því út fyrir að við verðum að biðja Villa Valla að taka kerruna með undir klósettpappírinn (spurning um að gera díl við Gústa "þrifalega" Sig og fá ríflegan magnafslátt..).

Hér er annars frétt frá "Vinnuhúsið" um stöðuna í verkfallsmálunum:

Týsdagur 3. Juni 2003 13:39
Arbeiðsgevarar kallaðu til seming
Eftir at hava góðtikið tvey semingsuppskot tók Føroya Arbeiðsgevarafelag í gjár enn einaferð stig til seming millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men mátti í morgun staðfesta, at ongin semja fæst í lag við arbeiðarafeløgini


Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi mánadagin eina seinastu roynd at fáa í lag semju við arbeiðarafeløgini, so ein endi kundi fáast á verkfallinum.

Kl. 13.45 seinnapartin mánadagin vendi næstformaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kristoffur Laksá, sær til samráðingarleiðaran hjá arbeiðarafeløgunum, Páll Nielsen, og bjóðaði feløgunum at koma til fundar. Tilboðið til arbeiðarafeløgini var, at samráðast skuldi ímillum 3,70 krónur og 4 krónur.

Tveir tímar seinni ringdi Páll Nielsen aftur til Kristoffur Laksá og boðaði frá, at arbeiðarafeløgini vildu koma á fund út frá tí, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði boðið, tó uttan at binda seg til nakað frammanundan.

Kl. 9.00 í morgun fóru partarnir so á fund í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu. Kl. 11.00 slitnaðu samráðingarnar, tí arbeiðsgevararnir staðfestu, at arbeiðarafeløgini ikki vildu samráðast um ein nýggjan sáttmála millum 3,70 krónur og 4 krónur.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eftir samráðingarfundin í morgun sent løgmanni bræv, har boðað verður frá, at felagið ongar møguleikar hevur eftir at loysa trætuna á arbeiðsmarknaðinum. Felagið sigur haraftrat í brævinum til løgmann:

"Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki slaka meira, tí sum búskaparliga støðan er vorðin, hóttir hetta arbeiðspláss, og útflutningsvinnan kemur í svárar trupulleikar. Hesum hvørki kunnu ella vilja vit taka ábyrgdina av."

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevur fingið avrit av brævinum til løgmann, segði við ÚF á døgurða, at landsstýrið er kallað saman seinnapartin at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

0 Comments:

Skrifa ummæli

<< Home